Innanlands

Skapandi Ung í Norðurlandahúsinum

Í Norðurlandahúsinum verður nú farið undir, at savna ein bólk av ungum fólki ið saman við einum av projektleiðarunum í húsinum skulu skipa fyri øðrvísi tiltøkum har

Verkætlanarleiðarin, Lasse Thorning Jæger (Mynd: Jens Kr. Vang)

Verkætlanarleiðarin, Lasse Thorning Jæger (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-08 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ætlanin er at menna nýggj sløg av víðfevndu tiltøkum í húsinum. Talan verður um alt frá konsertum og framførslum - til fyrilestrar og kjakfundir. Hesum boðar Norðurlandahúsið frá í tíðindaskrivi, har greitt verður frá, at tey vilja skapa "eitt kreativt pláss fyri inspirerandi, engasjeraðum, demokratiskum, spírandi, djørvum ungdómum", og at søkt verður eftir ungum fólki, ið ynskja at vera partur at hesum og partur av at skapa nakað kreativt og nýtt, 

Lasse Thorning Jæger verður verkætlanarleiðari, og ætlanin er at hava fyrsta fundinum fyri bólkinum seinnapartin 30. november. Har verður innlit givið í, hvussu tað er at arbieða við ymiskum mentanarverkætlanum, og bólkurin skal eisini byrja at arbeiða við sínum fyrsta tiltaki. 

Norðurlandahúsið ynskir at fáa ung og kreativ fólk við í arbeiði við norðurlendskari list og norðurlendskari mentan, og boðar frá at øll eru vælkomin at senda eina umsøkn. Til ber at lesa meira um verkætlanina á heimasíðuni nlh.fo



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder