Innanlands

Skammlop var orsøkin til royk á Strond

Sløkkiliðið í Norðoyggjum kom á staðið sunnukvøldið, men tað var ikki neyðugt at sløkkja, tí fólk frá SV fingu skjótt loyst trupulleikan

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2022-09-13 12:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá kontrollrúmið tendraði tiltaksbingjurnar á Strond sunnukvøldið, var skammlop í generatorinum í bingju 3. Hetta elvdi til ógvusligan hita, sum fekk leidningar og vindingar at smelta og hesum stóðst roykur av.

Sløkkiliðið í Norðoyggjum kom á staðið, men tað var ikki neyðugt at sløkkja, SEV fólk fingu skjótt loyst trupulleikan.

Bingjan sjálv og motorur fingu ikki skaða, og arbeitt verður nú við at fáa til vega nýggjan generator.

Bingja 1 og 2 eru virknar, sigur SEV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder