
- Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, t.d. tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Kommunan er nú farin undir at frámerkja 24 básar, sum skulu hava tíðaravmarkingina tveir tímar í staðin fyri átta tímar, sum er galdandi í løtuni.
Tað er ikki greitt enn, nær hesi 24 plássini eru tøk, men torshavn.fo skrivar, at kunnað verður nærri, tá ið arbeiðið er liðugt.
Skálatrøð er ein teimum parkeringsplássunum í høvuðsstaðnum, sum verður mest nýtt.
Økið, ið verður broytt, er her frámerkt við við reyðum (Mynd: torshavn.fo)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald