Innanlands

Sjúkrahúsverkið hevur fingið undantak til 57 vaktir

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur gingið umbønini frá Sjúkrahúsverkinum á møti - í kvøld fær felagið eitt semingsuppskot

2020-11-03 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, váttar fyri Kringvarpinum, at Sjúkrahúsverk Føroya hevur fingið undantak til 57 vaktir komandi samdøgrið frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Hetta var tað, sum Sjúkrahúsverki bað um fyri at halda eitt trygt virksemi koyrandi. 

Undantakið kemur á degnum, sum kann gerast tann seinasti, har sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli.

Semingsstovnurin var fyrrapartin á fundi við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og í kvøld fer Semingsstovnurin at  handað pørtunum eitt seminguppskot, sum teir skulu svara í morgin.

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder