Innanlands

Sjey fyritøkur í Klaksvík fingið útlutað vinnuøki á Borðoyarvík

Talan er um EL-IN, Maltek, KBI, Norðhús, Askham bussar, Kjølur og LookNorth. J & K Petersen stendur fyri at gera økið, ið er 21.585 fermetrar til víddar, til reiðar

2020-12-17 17:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sáttmálar vórðu í dag undirskrivaðir við seks fyritøkur, um keyp av vinnuøki Undir Hamri á Borðoyarvík. Fyritøkurnar, sum avtalur eru gjørdar við í dag, vóru EL-IN, Maltek, KBI, Norðhús, Askham bussar og Kjølur. Afturat hesum fyritøkum hevur LookNorth eisini oganð sær eitt vinnuøki. Sostatt er týðandi fet tikið at útvega fleiri vinnuøkir í kommununi.

Tað er  J & K Petersen, sum stendur fyri verkætlanini at grava út, planera og klárgera kringøkið, sum samlað verður 21.585 fermetrar til víddar. Í fyrsta umfari varð avtalað gjørd um 15.000 m2, men eftirspurningurin eftir vinnuøkjum hevur verið vaksandi, og tí varð verkætlanin longd við 100 metrum, svarandi til 6.585 m2.

Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa, at vinnulívið fær góðar fortreytir at arbeiða undir, so at trivnaður og vøkstur framhaldandi kann røkkast. Tí er hetta økið við Borðoyarvík ein týðandi íløga í menningina av vinnulívinum í norðurøkinum. Umframt tey sjey vinnuøkini verður eisini pláss til Grótbrotið og annað virksemi hjá kommununi, soleiðis at kommunan og borgarar koma at hava góða atgongd til grót o.l. tilfar til framtíðar verkætlanir.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder