Innanlands

Símun Skaalum nýggjur stjóri í FT Samskifti

Símun Skaalum hevur verið fíggjarstjóri í Føroya Tele síðani 2016, men tekur nú við sum stjóri í FT Samskifti. Hann tekur við starvinum eftir Hans Jákup Langgaard, sum í fjør fór í annað starv

Símun Skaalum (Mynd: Føroya Tele)

Símun Skaalum (Mynd: Føroya Tele)

2022-02-22 17:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Símun Skaalum sum síðani 2016 hevur verið fíggjarstjóri í Føroya Tele-samtakinum, verður nú stjóri í FT Samskifti.

Hesum boðar Føroya Tele frá á heimasíðuni í dag.

Umframt fíggjarstjóri, hevur Símun Skaalum eisini verið produkt- og marknaðarstjóri, verkætlanarleiðari og fíggjarfrøðingur síðani hann byrjaði sína starvsleið á Føroya Tele í 2012.

FT Samskifti er kundavenda felagið í samtakinum.

Stjóraskiftið merkir, at Símun fer úr starvinum sum fíggjarstjóri, og inn til nýggjur fíggjarstjóri er settur, røkir Jan Ziskasen, samtaksstjóri, starvið.

14 umsóknir komu inn til starvið sum stjóri í FT Samskifti. Símun Skaalum tekur við starvinum eftir Hans Jákupi Langgaard, sum í heyst segði stjórasessin frá sær, fyri at gerast nýggjur stjóri hjá nærmasta grannanum, Bilasøluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder