Innanlands

Símun á Høvdanum tikið sæti í Klaksvíkar býráðið

Hann fer at umboða Fólkaflokkin meðan Gunvá við Keldu er í farloyvi, hetta fram til 30. november. Símun á Høvdanum sær fram til, at gera sína ávirkan galdandi, hóast tíðarskeiðið er stutt.

2022-09-13 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á kommunuvalinum í 2020 gjørdist Símun á Høvdanum nummar seks á Fòlkaflokslistanum við 113 atkvøðum.

Harvið er hann fyrsti eykamaður hjá flokkinum í Klaksvíkar býráðið, og hann hevur í dag tikið sæti, nú Gunvá við Keldu er í farloyvi.

Í næstu viku er nevndarumfar hjá Klaksvíkar býráð, og tá verður tað Símun á Høvdanum, sum fer at umboða Fólkaflokkin meðan Gunvá við Keldu er í farloyvi, skrivar klaksvik.fo, ið samstundis boðar frá, at tað er fram til 30. november, at Símun røkir sessin.

Í stuttari viðmerking við klaksvik.fo sigur Símun, at hann sær fram til at gera sína ávirkan galdandi, hóast tíðarskeiðið er stutt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder