Innanlands

Siglir úr Seyðisfirði til ætlaðu tíð

Einans smærri skaðar eru á el-lutum á hjálpimotori 2, sum eldur kom í í gjár, og fer Norrøna úr Seyðisfirði í kvøld sum ætlað, sigur Smyril Line

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-09-08 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár kyknaði eldur við hjálpimotor 2 umborð á Norrønu, meðan hon lá við bryggju í Seyðisfirði.

Eldurin varð tó sløktur beinanvegin, og eingin mansskaði stóðst av hendingini.

Smyril Line upplýsir í morgun, at har vóru einans smærri skaðar á el-lutir á hjálpimotori 2, og Norrøna siglir úr Seyðisfirði til ætlaðu tíð í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder