Uttanlands

Síggja møguliga aldrin foreldur síni aftur

Vandi er fyri at innflytarabørnini í USA aldrin verða sameind við foreldur síni aftur

Hendan mamman varð send aftur til Guatemala, men dóttur er enn í USA (Mynd: DR)

Hendan mamman varð send aftur til Guatemala, men dóttur er enn í USA (Mynd: DR)

2018-07-27 12:54 Author image
Ari av Rana

Amerikanarar eru sera ónøgdir um at innflytarabørn, sum komu ólógliga til USA um markið við Meksiko við foreldrum sínum, vórðu atskild frá familjum sínum. Sum nú er mangla 711 børn at sameinast við foreldur síni.

Nú óttast fleiri fyri, at børnini aldrin síggja foreldur síni aftur. Orsøkin er, at fleiri enn helvtin av foreldrunum longu eru burturvíst úr landinum, og tí leita amerikansku myndugleikarnir ikki eftir teimum, skrivar Danmarks Radio.

Amerikansku myndugleikarnir hava boða frá, at tey ikki halda eyga við fólki, sum eru koyrd úr landinum, og fleiri av teimum, sum standa fyri arbeiðinum at sameina familjurnar aftur siga, at tað er ein ógjørlig uppgáva at sameina familjurnar.

Les eisini: 711 børn eru enn ikki sameind við foreldur síni

placeholder
placeholder