Innanlands

Sigert Patursson heldur fram sum formaður í Bóndafelagnum

Leygardagin var aðalfundur í Bóndafelag Føroya

Frá vinstru: Jóannes Patursson (tiltakslimur) Jóhan Jógvansson (nevndarlimur) Símun Gullaksen (nevndarlimur) Dánjal Petur Müller (nevndarlimur) Sigert Patursson (formaður) og Eynar Martin Kjærbo (næstformaður). Á myndini vænta Heini á Heygum (nevndarlimur) og Bjørn Kalsø (tiltakslimur).

Frá vinstru: Jóannes Patursson (tiltakslimur) Jóhan Jógvansson (nevndarlimur) Símun Gullaksen (nevndarlimur) Dánjal Petur Müller (nevndarlimur) Sigert Patursson (formaður) og Eynar Martin Kjærbo (næstformaður). Á myndini vænta Heini á Heygum (nevndarlimur) og Bjørn Kalsø (tiltakslimur).

2023-03-05 16:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høgni Hoydal, landsstýrismaður var gestur á aðalfundinum hjá Bóndafelagnum leygardagin.

Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at landsstýrið vil gera eina skipan við lóg, ið verjir ta bestu landbúnaðarjørðina, so hon ikki verður tikin til onnur endamál. Í teimum førum tá landbúnaðarjørð kortini verður tikin til aðra nýtslu, skal fult endurgjald veitast.

Harafturat segði landsstýrismaðurin seg arbeiða við at javnstilla landbúnaðarvinnuna við aðra vinnu soleiðis, at festarar ikki longur skulu hefta persónliga fyri allari skuld hjá festinum – eisini aftaná teir hava latið festið frá sær.

Somuleiðis helt landsstýrismaðurin at skipanin kring Búnaðargrunnin skuldi gerast einfaldari, so lættari verður at fáa fígging til nýskapandi virksemi. Ein skipan við almennum íløgustuðli eigur eisini at verða umhugsað, legði hann afturat.

Aðalfundurin viðgjørdi eisini onnur viðurskifti. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast umrøða av møguleikunum hjá bóndum at gerast partur av ferðavinnuni, føroysk framleiðsla av kraftfóðri og altjóða samstarv, sum tað kring Embla-virðislønina. Málið um gongd í haga, fekk hinvegin ikki nógva umrøðu á aðalfundinum.

Á nevndarvalinum var Sigert Patursson afturvaldur til formann og Eynar Martin Kjærbo til næstformann. Heini á Heygum var afturvaldur í nevndina.

Bóndafelag Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder