Krúnprinsafamiljan fer seinnapartin við flogfari til Danmarkar aftur. Tey komu hósdagin, og vitja samanlagt í fimm ymiskum kommunum.
Í dag vitja tey í Sandavági og í Bø. Klokkan 10:30 verður farið til gudstænastu í Sandavágs kirkju, og á middegi verður farið til Bíggjar, har Jógvan Fríðriksson, biskupur og frú taka ímóti og eru vetir fyri miðmála.
Síggj myndir frá vitjanini í Runavík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík her og her
Skráin fyri í dag:
Sunnudagur tann 26. august í Sandavági og Bø
Klædnabúni: Føroysk klæði
Kl. 10.20 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog, sum liggur á Miðvági.
Krúnprinshúskið við fylgi verður heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboði og harra Stendor Johansen.
Kl. 10.25 Koma til Sandavágs.
Í kirkjuni tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.
Kl. 10.30 Gudstænasta í Sandavágs kirkju.
Kl. 11.35 Fráferð við bili frá kirkjuni til Bíggjar
Kl. 12.10 Koma til Bíggjar.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti.
Miðmáli í Bø
Kl. 12.15 Biskupur er vertur fyri miðmála í gamla pakkhúsinum í Bø.
Biskupur heldur stutta røðu fyri krúnprinshjúnunum, meðan miðmálin er. Løgmaður sigur nøkur orð at enda undir máltíðini.
Kl. 13.25 Fráferð við bili úr Bø til Kongsskipið Dannebrog, sum liggur á Miðvági.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir siga krúnprinshúskinum farvæl.
Lene Moyell Johansen ríkisumboð fylgir krúnprinshjúnunum við fylgi til Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 13.45 Koma til Kongsskipið Dannebrog.
Kl. 14.15 Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til flogvøllin.
Kl. 14.25 Koma til Vága lufthavn.
Krúnprinshúskið við fylgi ganga beinleiðis umborð á flogfarið.
Krúnprinshúskið verður boðið farvæl:
Aksel V. Johannesen løgmaður og frú Katrin D. Apol
Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen
Marjun Hanusardóttir løgmansstjóri
John Kølbæk fúti
Durita L. Jóansdóttir avgreiðslu- og siðaregluábyrgdari Gudrun M. Nolsøe fulltrúi
Ann á Argjaboða Ritter skrivstovufulltrúi
Kl. 14.35 Fráferð frá Vága floghavn við Atlantic Airways.
Kongsskipið Dannebrog siglir av Miðvági beint eftir, at flogfarið er farið.
Kl. 17.40 Koma til Kastrup floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald