2026-06-24 06:50
Dagurin í gjár var tann higartil heitasti dagurin, ið nakrantíð er máldur í Fraklandi, síðan tey fóru at skráseta hitamátingar í 1947.
Tað skriva Le Monde og AP, grundað á tøl frá veðurtænastuni Météo-France.
Sambært veðurstovuni kom landshitatalið, ið mátar miðal á dag- og náttarhitanum á 30 veðurstøðum upp á 29,8 stig.
Hitametið higartil var 29,4 stig, og varð mált 25. juli 2019 og 5. august 2003.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald