Innanlands

Ikki longur partur av Tjóðveldi í Vágs býráð

Býráðslimurin Bárður V. Nielsen ger upp við politisku skipanina í Vágs býráð hóast hann landspolitiskt framvegis er partur av Tjóðveldi

Bárður V. Nielsen (Mynd: Vágs kommuna)

Bárður V. Nielsen (Mynd: Vágs kommuna)

2026-06-24 10:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bárður G. Nielsen, býráðslimur í Vági, er ikki longur partur Tjóðveldi í Vágs býráð. Hann hevur boðað býráðnum frá, at hann framyvir fer at røkja sína uppgávu í býráðnum sum uttanflokkaumboð.

Avgerðin er grundað á eitt ynski um at ‘tryggja betri arbeiðskarmar, styrkja samstarvið og skapa eitt opið og virðiligt býráðsarbeiði – við fokus á borgaran og felags áhugamál’, skrivar hann í almennari fráboðan á Facebook.

Bárður G. Nielsen er næstvaldur á Lista E – tjóðveldislistanum. Á býráðsvalinum seinast fekk hann 47 persónligar atkvøður. Hann er fastur limur í teknisku- og umhvørvisnevndini hjá Vágs býráð.

Hóast tjóðveldislistin gjørdist størstur við fýra býráðslimum, endaði flokkurin í andstøðu eftir valið í 2024.

Í fráboðan síni ger Bárður G. Nielsen upp við skipanina við politiakari umboðan í kommunustýrum.

“Tó havi eg í ov langa tíð kent á mær, at partapolitiskar bindingar stundum seta mørk fyri einum góðum, fakliga grundaðum og framskygnum arbeiðslagi”. “Hetta er ein veruleiki, okur mugu tora at viðganga og síggja í eyguni, um okur vilja gera okkum verd til álitið, sum borgararnir hava givið okkum”, skrivar hann millum annað, og leggur afturat:

“Við at virka sum uttanflokkaumboð ynski eg at skapa størri frírúm fyri dialogi, fakligheit og nýggjum loysnum. Mítt mál er at vera ein konstruktivur samstarvsfelagi, sum byggir brýr heldur enn múrar, og sum arbeiðir fyri, at avgerðir verða tiknar út frá tí, sum er best fyri kommununa – ikki út frá flokslínum ella gomlum naggatódnum”.

Bárður G. Nielsen skrivar eisini, at hóast hann nú virkar sum uttanflokkalimur í býráðnum, so fer hann tó ‘landspolitiskt altíð vera partur av Tjóðveldi’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder