Doktarin er hugsað sum eitt stað, har tú kemur at hugna tær eina løtu í góðum selskapi. Eitt nú sum pit-stop áðrenn ella eftir at tit hava verið úti og etið - ella bara til eina hugnaliga samveru í býnum.
Dyrnar lata upp leygardag kl 17 og lata aftur kl 01.
- Vit leggja okkum eftir, at drykkirnir hanga neyvt saman við køkinum, og at rávørur, sum vit nýta í køkinum eisini síggjast í kokkteylunum. Til dømis at somu urtir og smakkir ganga aftur, greiðir Poul Andrias frá.
Allir drykkirnir hava okkurt føroyskt element, og vit nýta føroyskt alkohol í tann mun, tað letur seg gera.
Til dømis verða drykkirnir gjørdir við stikkulsberi, rabarbu, kræklingadjúsi, og skerpikjøtsiroppi fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
- Hetta verður sostatt ikki ein vanlig barr, men eitt stað, har tú kemur fyri at fáa eina góða og serstaka uppliving.
Doktarin letur upp 27. juni og hevur opið hvørt leygarkvøld frá kl. 17 til 01.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald