Innanlands

SEV: Elframleiðslan 56 prosent burðardygg í november

Elframleiðslan í Føroyum í november stavaði frá seks ymiskum orkukeldum, harav fimm eru burðardyggar – Tað serliga við elframleiðsluni í november var, at eitt lítið sindur av sjóvarfalsorku var við í orkusamansetingini

Fossáverkið í Vestmanna (Mynd: SEV)

Fossáverkið í Vestmanna (Mynd: SEV)

2020-12-11 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gott og væl aðru hvørja ferð, tú tendraði ljósið í november, var elorkan framleidd við burðardyggum orkukeldum.

Tað serliga við elorkuframleiðsluni í farna mánað var, at eitt lítið sindur av sjóvarfalsorku var við í orkusamansetingini, sigur SEV.

– Tó at nøgdirnar av ávikavist sól- og sjóvarfalsorku ikki eru stórar, er tað gleðiligt, at vit hava fingið sjón fyri søgn, at tað ber til, og at føroyska elframleiðslan fevnir um seks ymiskar orkukeldur, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Meira vindur og væl meira regn í november hevði eisini við sær, at tað hevur verið møguligt at framleiða meira burðardygga elorku hetta tíðarskeiðið. Av teimum 35,6 GWt, sum vóru framleiddir í november, vóru tilsamans góðir 15,2 GWt framleiddir úr vatni, meðan ávikavist 15,6 og 4,5 GWt vóru framleiddir við olju og vindi.

Elorkan úr biogassi frá Førku kom upp á 212 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá 510 húskjum, meðan sólorkuframleiðslan í november røkk 2 MWt, sum svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá uml. fimm húskjum. Sjóvarfalsorkuframleiðslan var 0,02 MWt.

Hyggja vit at býtinum í prosentum, stóð vatnorkan fyri 42,7 prosent, vindorkan fyri 12,7 prosent, biogass 0,6 prosent og oljuframleiðsla 44 prosent. Sólorkuframleiðslan kom upp á 0,01 prosent, meðan úrtøkan av royndarframleiðsluni úr sjóvarfallinum var ov lág til at gera mun í hesum samanhanginum, skrivar elfelagið.

Sambært Hera Mortensen er umráðandi at minnast til, at elframleiðslan úr sjóvarfalsorku enn bert er á royndarstøði, og at orkuverkið ikki er endaliga sett út í Vestmannasund enn.

Mesta løtuframleiðslan nakrantíð var 9. november klokkan 17.29, tá hon náddi 63,08 MW. Gamla metið var sett 26. oktober í ár, tá mesta løtuframleiðslan náddi 62,5 MW.

Í tilsamans 2,5 dagar var elorkuframleiðslan meira enn 80 prosent grøn í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder