Innanlands

Seinasta freist at lata skógvaeksjur er sunnudagin

Í ár fara gávurnar frá Føroyum til Ukraina

"Operation Christmas Child” verður kallað heimsins størsta jólatiltak fyri børn, og í fjør vóru meira enn 10 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í fleiri enn 100 ymsum londum (Mynd: Trúboðin)

2022-10-26 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Operation Christmas Child” verður kallað heimsins størsta jólatiltak fyri børn, og í fjør vóru meira enn 10 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í fleiri enn 100 ymsum londum.

Tað er vælgerandi felagsskapurin “Samaritan’s Purse”, sum síðani 1993 hevur skipað fyri tiltakinum, skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

- Børnini fáa eskjurnar um jóltíðir. Har møguleiki er fyri tí, verður ein bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Bóklingurin sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Í ár fara gávurnar frá Føroyum til hart rakta Ukraina. Til ber at pakka eina skógvaeskju sjálvur, men møguleiki er eisini at “keypa” eina gávu til teirra gjøgnum netið.

Vegleiðing til bæði at pakka og keypa, er at finna á christmaschild.fo. Seinasta freist at geva skógvaeskjur til Christmas Child er sunnudagin 30. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder