2022-09-14 14:43
Kistan við Elizabeth drotning varð fyri løtu síðani flutt frá Buckingham Palace fyri seinastu ferð. Leiðin gongur til Westminster Hall, har kistan fer at standa sonevnt “castrum doloris” í nakrar dagar.
Fleiri túsund fólk standa klár eftir “The Mall” sum kistan á kanónvogni verður flutt eftir.
Við í fylginum eru børnini hjá Elizabeth drotning umframt William krúnprinsur og Harry prinsur.
Jarðarferðin verður mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald