2022-10-12 22:48
Tórshavnar kommuna boðar í kvøld frá, at seðlarnir frá grindini sum legði beinini í Sandagerði um middagsleitið, koma út á vestaru Bryggju umleið klokkan 23:30.
Sum skilst er talan um 225 hvalir.
Á loftsmyndini niðanfyri sæst, hvussu hvalirnir liggja. Byrjunar og endanummar í hvørjari hvalarekkju sæst niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald