Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 15

1.428 springarar løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið, og seinnapartin koma seðlarnir út í bátahylinum í Skálafirði

2021-09-13 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Yvir 1.000 springarar løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið, og fyrrapartin hevur arbeitt verið við at merkja teir.

Sambært Kringvarpinum er talan um 1.428 springarar.

Jens H. Jensen, sýslumaður boðaði fyri løtu síðani frá, at seðlarnir koma út klokkan 15 í bátahylinum í Skálafirði.

Upplýst verður ikki nærri um, hvussu grindin verður býtt, men í morgun varð sagt, at roknast kann við, at býtt verður út á bygdirnar.

Dagførd kl. 12.48

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder