
Í dag vitja stjórnarleiðarar úr Fraklandi, Týsklandi og Italia í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
Har skulu teir hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Ukrainski forsetin hevur áður funnist at Fraklandi, Týsklandi og Italia fyri ikki vera nóg skjót í veitingini av hernaðarligum stuðli og at taka egna framgongd frammum tørvin hjá Ukraina.
Í vikuni segði ein ráðgevi hjá Zelenskyj við týska blaðið Bild, at hann var bangin fyri, at Emmanuel Macron, Olaf Scholz og Mario Draghi fóru at royna at leggja trýst á myndugleikarnar í Kyiv fyri at fáa teir at góðtaka eina friðaravtalu, sum gevur russarum fyrimun.
– Teir fara at siga, at vit noyðast at enda kríggið, sum hevur elvt til matvørutrot og fíggjarligar trupulleikar, at vit ikki skulu eyðmýkja Putin, segði hann og sipaði til eina útsøgn hjá franska forsetanum, sum fyrst í hesum mánaðinum segði, at diplomatiska sambandið millum Russland og vesturheimin ikki eigur at versna eftir kríggið.
Í viðmerking til hetta fyrradagin segði italski forsætisráðharrin, Mario Draghi, sambært Reuters, at tað hevur týdning, at friðarsamráðingar byrja skjótast gjørligt, men tað noyðist at vera við treytum, sum Ukraina kann góðtaka.
Zelenskyj væntast at leggja trýst á Macron, Scholz og Draghi fyri at fáa teir at senda fleiri vápn til ukrainska herin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald