Í dag fóru umboð fyri Føroya Skótaráð til Kambodja at luttaka á heimsráðstevnuni hjá WAGGGS, har eitt av málunum á skrá er atkvøðugreiðsla um sjálvstøðugan limaskap hjá Føroya Skótaráð.
WAGGGS, sum stendur fyri World Association of Girl Guides and Girl Scouts, er heimsfelagsskapurin fyri gentuskótar.
Føroyska skótarørslan hevur frammanundan atlimaskap gjøgnum donsku skótarørsluna, men í fleiri ár hevur verið mett, at føroyska skótarørslan eigur at taka ábyrgd og tryggja egin áhugamál á altjóða skótapallinum, og tí varð farið undir tilgongdina at søkja um sjálvstøðugan limaskap.
Tað hevur verið ein drúgv, men mennandi, tilgongd at søkja um limaskap, og tilgongdin hevur millum annað havt við sær nýggja grundlóg og nýtt Safeguarding regluverk fyri føroysku skótarørsluna.
Fyrr í ár gjørdist greitt, at arbeiðið var nú komið so mikið langt áleiðis, at nevndin fyri WAGGGS gjørdi av at góðkenna føroysku umsóknina og at skjóta hana upp fyri aðalfundinum at taka støðu til á ráðstevnuni, sum fer av bakkastokki 16. juni.
Saman við umboðunum frá Føroya Skótaráð eru eisini umboð fyri samskipanirnar hjá Føroya KFUK skótum og Føroya Skótasambandi, og endamálið við fjølmentu umboðanini er at gera neyðuga krókaprátið, ið skal til fyri at tryggja undirtøku á aðalfundinum.
- Neyðugt er við undirtøku frá 75 prosentum av atkvøðunum, og tí fara vit avstað við einum sterkum liði, sum kann sannføra hinar luttakararnar um, at føroyskur limaskapur er rætta loysnin. Vit hava luttikið á ráðstevnum sum partur av danska ferðaliðnum fyrr, har vit fingið gott innlit í, hvussu best er at skipa arbeiðið, og hvussu tú fært mest burturúr á WAGGGS ráðstevnunum, sigur Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráð.
Tveir altjóða felagsskapir
Í altjóða høpi eru tveir skótafelagsskapir. Annar er WAGGGS, og hin er WOSM, sum stendur fyri World Organisation of the Scout Movement.
WOSM er felagsskapur, ið er fyri bæði dreingja- og gentuskótar, meðan WAGGGS er bert fyri gentuskótar.
Hóast nógv samstarv og yvirlapp er millum felagsskapirnar báðar, verður mett, at tað framvegis er neyðugt við einum felagsskapi, ið tekur sær av gentuviðurskiftum burturav, og sum úttrykkiliga hevur sum endamál at fremja áhugamál hjá gentuskótum kring allan heim.
Føroya Skótaráð er eisini í einari tilgongd um at fáa sjálvstøðugan limaskap í WOSM, men tann tilgongdin hevur verið nakað drúgvari og er ikki komin eins langt og tilgongdin við WAGGGS limaskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald