Eitt harðskapsmál har fyrrverandi føroyska realitystjørnan var á ákærubonkinum er fyribils av. Revsingin til Teit Skoubo fellur burtur og hann er í grundini fríkendur.
Hetta skrivar Ekstrablaðið í dag.
Málið var fyri í býarrættinum í Keypmannahavn í aprílmánað og í dag fall dómur í málinum.
30 ára gamli havnarmaðurin og vinnarin av Paradise Hotel í 2019 varð ákærdur fyri harðskap í býnum í fjørsummar. Ein 19 ára gamal og ein 20 ára gamal vóru eisini ákærdir í málinum fyri grovan harðskap - móti Teiti Skobo.
Hjá tí 19 ára gamla fall revsingin eisini burtur, og tann 20 ára gamli bleiv fríkendur.
Báðir líka nógv um tað
Dómarin og dómsmenninir mettu ikki at prógvini vóru fyri, at teir saman høvdu framt grovan harðskap móti Teiti Skobo.
Dómsmansrætturin metti eisini at eingin ivi var um, at tað var prógvað, at Teitur og tann 19 ára gamli framdu harðskap móti hvørjum øðrum, og vísandi til grein 248 í revsilógini um harðskapsmál, fellur revsingin burtur til báðar tveir. Altso, teir vóru í grundini líka nógv um tað.
Mett var ikki, at tað var pórgvað, at Teitur Skoubo var blivin sligin við glasfløsku sum eitt vitni annars hevði greitt frá, og sum ákæran um grovan harðskap ljóðaði.
Hendingin fór fram eina nátt í juli 2025 frammanfyri LA Bar í Keypmannahavn.
Les eisini: Teitur bíðar eftir dómi í harðskapsmáli
Les eisini: Teitur Skoubo ákærdur fyri grovan harðskap - men var sligin í høvdið við glasfløsku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald