Innanlands

Formula heiðrað fyri søluavrik innan prentloysnir

Tað er altjóða tøknifyritøkan HP, sum heiðrar føroysku KT-fyritøkuni fyri góð úrslit innan sølu av teirra prentloysnum

Frá vinstru: Claus Andersen, Formula, Nikael Mortensen, Formula, og Stig Wiuff Klein, HP Channel Sales Manager

Frá vinstru: Claus Andersen, Formula, Nikael Mortensen, Formula, og Stig Wiuff Klein, HP Channel Sales Manager

2026-06-12 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska KT-fyritøkan Formula hevur enn einaferð fingið altjóða viðurkenning frá einum av sínum fremstu samstarvsfeløgum. Hesaferð er tað altjóða tøknifyritøkan HP, sum hevur valt at heiðra Formula fyri framúr arbeiði og góð úrslit innan sølu av HP-prentloysnum. 

Seinastu árini hevur Formula fingið fleiri viðurkenningar og herðaklapp frá altjóða veitarum. Tað er altíð ein heiður at fáa slíka viðurkenning, men kanska serliga, tá hugsað verður um, at føroyski marknaðurin er lítil sammett við teir marknaðir, sum samstarvspartnararnir vanliga arbeiða á.

Í grundgevingini fyri heiðurin leggur HP dent á ágrýtni, miðvísa sølutilgongd og evnið at finna tær røttu loysnirnar saman við kundunum:

“Hesin samstarvsfelagin hevur framt eitt framúr úrslit. Í eini kapping, har vit vanliga ikki standa sterkast, megnar hann at halda fast, arbeiða miðvíst og saman við kundanum finna tær bestu loysnirnar. Við ágrýtni, toli og góðum samstarvi eydnaðist at vinna ordrar. Eitt gott dømi um, at áhaldni og røtt tilgongd geva úrslit.”

Viðurkenningin er ein staðfesting av tí arbeiði, sum dagliga verður lagt í at veita føroyskum kundum góðar og framtíðartryggjaðar loysnir. Samstundis vísir hon, at føroyskar fyritøkur kunnu standa seg væl í kapping við størri leikarar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder