Innanlands

Sáttmáli um nýskipan av Vágsbotni undirskrivaður

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Sp/f Hjálpirót og Sp/f Valaverk sáttmála um eina royndarverkætlan fyri summarið 2022, har Vágbotnur verður nýskipaður sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.

Sjúrður Jacobæus, stjóri í Sp/f Hjálpirót, Eyðun Joensen og Gunnar Mohr, stjóri í Sp/f Valaverk, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Sjúrður Jacobæus, stjóri í Sp/f Hjálpirót, Eyðun Joensen og Gunnar Mohr, stjóri í Sp/f Valaverk, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

2022-05-25 12:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ætlanin hevur leingi verið áleiðis. Í eini royndarverkætlan fyri summarið 2022 fer kommunan nú undir ymisk átøk í økinum, ið koma at broyta økið nakað. Endamálið við royndarverkætlanin er at royna býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at vera leiðbeinandi fyri hvussu økið veðrur skipað í framtíðini.

Vegurin ígjøgnum økið verður umskipaður og nýasfalteraður í ein boga út um eitt nýtt miðsavnandi uppihaldstorg mitt á økinum. Vegurin verður einvegis omaneftir frá horninum á Tórsgøtu/Mylnugøtu og út á Skálatrøð, og nýggir parkeringsbásar verða uppmerktir í vestaru síðu í Vágsbotni.

Eitt nýtt miðsavnandi uppihaldsøki verður bygt, ið ætlandi verður karmur um ymisk mentanarlig og marknaðarlig tiltøk. Umframt at knýta Tórsgøtu saman í maritima dámin í Vágsbotni, fer hetta økið eisini at knýta stóru sititrappuna upp í sólargóða økið úti undir Bryggjubakka. Her verður pláss fyri at seta pall upp til ymisk tiltøk, eins og møguleiki verður fyri at sita undir taki og í lívd.

Arbeiðið við hesi royndarverkætlani kemur at broyta dagligu viðurskiftini í økinum nakað, og hóast serlig atlit verða tikin til alt kringliggjandi virksemi í Vágsboni, so kann væntast, at alt økið verður merkt av byggingini nakað fram.

Arbeiðið byrjar í viku 21, og sambært arbeiðsætlanini verður verkætlanin merkt av byggingini fram til mánadagin 4. juli, við eitt nú byggiplásshegni, ferðsluforðingum og fyribilsskelting.

Væntast kann í sama viðfangi, at ferðslan ígjøgnum økið verður avbyrgd eitt stutt skifti.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder