Mentan

Sangir og søgur í stovum

Herborg Torkilsdóttir skipar fyri stovukonsertum saman við ymsum øðrum sangskrivarum

2022-09-12 18:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum verða nakrar hugnaligar stovukonsertir við Herborg Torkilsdóttir og ymiskum øðrum sangskrivarum. 

Herborg sigur, at hon ofta verður spurd um søguna handan tekstin, og hugsanin við hesum konsertum er, at tað skal verða ein blandingur millum sang og frásagnir. Hvat var hugsanin handan lagið? Eru tað veruligar hendingar ella bert droymandi hugaflog? 

Herborg er farin í samgongu við royndar og kendar sangskrivarar í Føroyum, og tær fyrstu konsertirnar eru komnar í kalendaran.

Lagt verður út við Herborg og Holgari Jacobsen, leygarkvøldið 24. september, heima í stovuni hjá Holgari og Eriku í Sørvági. 

Onnur konsertin verður við Herborg og vísusangarnum Sámal Ravnsfjall, leygarkvøldið 1. oktober, heima í stovuni hjá Herborg og Carsten í Havn. 

Konsertirnar koma at vara umleið tveir tímar, og kaffi/te og kaka er við í prísinum.

At tí, at tað eru stovukonsertur í privatum heimum, er avmarkað hvussu nógv atgongumerki eru tll sølu, men tað er eisini tað, sum ger hesar konsertirnar serliga hugnaligar, sigur Herborg Torkilsdóttir.

- Vit koma hvørjum øðrum við á ein annan hátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder