2026-02-08 12:43
Brad Arnold, sangari í amerikanska rokkbólkinum 3 Doors Down, er deyður, 47 ára gamal.
Hann andaðist í gjár eftir longri sjúkralegi, boðar bólkurin frá sambært AP.
3 Doors Down varð stovnaður í amerikanska statinum Mississippi miðskeiðis í 90unum. Bólkurin var serliga kendur um aldarskiftið, tá debutútgávan hjá bólkinum, The Better Life, varð seld í seks milliónum eintøkum, skrivar Ritzau.
Brad Arnold boðaði í fjør frá, at hann hevði fingið staðfest krabbamein í nýrunum, sum hevði spreitt seg til lunguni. Sjúkan var orsøk til, at bólkurin mátti avlýsa eina summarkonsertferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald