Innanlands

Sandra Saxov Lamhauge verjir sína Ph.d um eina viku

Hetta verður í Kongshøll týsdagin 27. januar

Sandra Saxov Lamhauge (Mynd: setur.fo)

Sandra Saxov Lamhauge (Mynd: setur.fo)

2026-01-20 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 27. januar 2026 klokkan 13 verjir Sandra Saxov Lamhauge ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrið Føroya.

Hetta skrivar setur.fo.

Heitið er: A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese.

Verjan verður klokkan 13 í Kongshøll, og verjan verður á enskum máli.

Sum ph.d.-lesandi hevur Sandra starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini (FMD) á Fróðskaparsetri Føroya.

Í vegleiðaratoyminum eru Hjalmar P. Petersen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari, og Nicolai Pharao, lektari á Københavns Universitet, hjávegleiðari.

Tríggir mens eru í metingarnevdnini. Teir eru Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Michaela Hejná, lektari á Aarhus Universitet og Chris Montgomery, lektari á University of Sheffield

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Sandru her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder