Innanlands

Samstarvsyvirlýsing millum Japan og Føroyar

Yvirlýsingin varð undirskrivað í Tokyo í gjár

(Mynd: ummr.fo)

(Mynd: ummr.fo)

2022-04-12 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var samstarvsyvirlýsing undirritað millum Føroyar og Japan. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

Samstarvsyvirlýsingin varð undirritað í Tokyo.

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, og fyri Japan undirritaði Takako Suzuki, ráðkvinna við uttanríkismálum.

- Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við Japan, serliga á handilsøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini, eisini fyri samstarvið innan mentan, útbúgving og gransking, sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

- Japan er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum viðvíkjandi rættartrygd, talufrælsi og mannarættindum sum Føroyar. Japan er eisini oyggjasamfelag og fiskivinnutjóð, er tí ein samstarvspartur í Asia, sum Føroyar eiga at raðfesta. Japan er eisini ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning, sigur Jenis av Rana á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder