Innanlands

Samráddust til klokkan fimm í Árnafirði - hittast aftur á middegi

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri ætla at skipa samgongu í Klaksvíkar býráðið - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava tó givið Jógvani Skorheim tilboð um borgarstjórasessin

Atli Justinussen hevur møguleika at gerast borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Justinussen hevur møguleika at gerast borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-11 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið slapp Kringvarpið inn í eitt kontórhøli hjá flogbóltsfelagnum Mjølni, júst sum tey valdu hjá Fólkaflokkinum vóru í gongd at skriva undir eitt pappír, sum var ein fyribils avtala við Sjálvstýri, sum fekk tveir býráðslimir, Jógvan Skorheim gjørdi greitt, at tað ikki sá út til, at hann fór at halda fram sum borgarstjóri.

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri gjørt avtalu í Klaksvík

Fólkaflokkurin gjørdist sum vant størsti flokkur í Klaksvík. Listi A fekk 36,7 prosent av atkvøðunum, og fimm valevni fingu nógvar atkvøður:

4 A Atli S. Justinussen 224
5 A Gunvá við Keldu 196
6 A Oddmar á Lakjuni 192
7 A Jóhanna Christiansen 171
8 A Eyðstein Ó. Poulsen 142

Umframt hetta fekk Símun á Høvdanum 113 atkvøður og verður fyrsti varamaður. Oddmar og Jóhanna eru heilt nýggj í býráðnum. Eyðstein Poulsen hevur áður verið inni.

Gunvá við Keldu var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 2009 til 2012. Síðani hevur Jógvan Skorheim sitið. Atli Justinussen úr Árnafirði varð eisini afturvaldur, og hann var fyrstivaldur hjá Fólkaflokkurin, og um flokkurin fær borgarstjórasessin er tí upplagt, at hann fær hann. Realitetsamráðingar hava eisini verið á skránni í Árnafirði í nátt - til klokkan fimm. Tað skrivar Norðlýsið. Tað er tó óvist, um Atli verður borgarstjóri, og um samráðingarnar bera heilt á mál. Hetta verður helst greitt seinni í dag, tí Fólkaflokkurin og Sjálvstýri møtast aftur á middegi í dag sambært nordlysid.fo

[object Object]
Varaborgarstjórin og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu við standmyndina av Elinborg Lutzen. Signhild Johannesen er sinnað at halda fram, men Jógvan Skorheim svarar ikki og er í samráðingum við Fólkaflokkin 

Sjálvstýri er í løtuni í samgongu við Javnaðarflokkin. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen gjørdi eitt sera gott val á lista C. Varaborgarstjórin, ið hevur verið spádd sum ein framtíðar borgarstjóri, fekk 319 persónligar atkvøður. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, varð eisini afturvaldur.

Av tí at Sjálvstýri misti tveir býráðslimir - Jógvan Skorheim fekk yvir 300 atkvøður færri enn í 2016, og Kristian Eli Zachariassen stillaði ikki uppaftur - so fær verandi samgonga ikki meiriluta. Har mangla tveir limir, og tað ber til at fáa uttan Fòlkaflokkin. Karl Johansen, sýslumaður, fekk yvir 200 atkvøður á Sambandslistanum, og eitt annað nýtt valevni, Annika Steintórsdóttir Biskopstø á Tjóðveldislistanum, fekk 112 atkvøður. Hesi eru sinnaði at gera eina fýra-floks samgongu, og Signhild Johannesen váttar fyri Kringvarpinum, at tey hava bjóðað Jógvani Skorheim eina triðju setu sum borgarstjóri, um hetta verður veruleiki, men hann hevur ikki svarð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder