Innanlands

Nýggj veljarakanning: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna sessirnar

Sambandsflokkurin verður stóri vinnarin sambært nýggjari veljarakanning fyri Portalin – Fólkaflokkurin stóri taparin

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at endurvinna fólkatingssessirnar. Edmund Joensen stillar tó ikki upp hesaferð (Savnsmynd)

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at endurvinna fólkatingssessirnar. Edmund Joensen stillar tó ikki upp hesaferð (Savnsmynd)

2022-10-25 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambandsflokkurin verður størsti flokkur til fólkatingsvalið mánadagin. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjár.

Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endurvinna fólkatingssessirnar.

Sambandsflokkurin stendur til at fáa 29,9 prosent av atkvøðunum, tað er 1,5 prosentstig fleiri enn til seinasta fólkatingsval.

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 27,3 prosent, sum er eitt sindur størri vøkstur enn Sambandsflokkurin – 1,7 prosentstig – í mun til seinasta fólkatingsval, men tó nógv minni, enn tær seinastu veljarakanningarnar annars hava givið Javnaðarflokkinum. Tá spyr seinast gjørdi eina líknandi kanning, tað var fyri Kringvarpið 27. september, stóð Javnaðarflokkurin at fáa 33,7 prosent og Sambandsflokkurin 21,8 prosent.

Stóri taparin á fólkatingsvalinum hesaferð verður Fólkaflokkurin, sum fer 7,1 prosentstig aftur í mun til seinasta val, og nú fær 16,7 prosent av atkvøðunum.

Tjóðveldi verður harvið triðstørsti flokkur við 18,7 prosentum, sum er nær við tað sama sum til seinasta val, framgongdin er 0,1 prosentstig.

Miðflokkurin og Framsókn eru ikki í námind at fáa umboðan á fólkatingi. Miðflokkurin, sum ikki stillaði umm seinast, stendur at fáa 4,3 stig, meðan Framsókn stendur til at fáa 3,2 stig, sum er ein framgongd á 0,8 prosentstig í mun til fólkatingsvalið í 2019. 

Spyr.fo-kanningin fyri Portalin vísir eisini, at tað enn eru yvir 10 prosent, sum ikki hava tikið støðu til hvønn tey fara at velja mánadagin, og at tað er oman fyri 11 prosent, sum ikki ætla sær á val.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder