Mentan

Sámal Hansen tilnevndur Bodil-heiðursløn

Ein av høvuðsleikarunum í filminum "Seinasta paradís á jørð" er tilnevndur "TV 2 Talentprisen"

Sámal Hansen í leiklutinum sum Kári í

Sámal Hansen í leiklutinum sum Kári í "Seinasta paradís á jørð" (Savnsmynd)

2026-01-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sámal Hansen, sum spælir høvuðsleiklutin í filminum "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakaris Stórá, er tilnevndur eina Bodil-heiðursløn.

Í filminum, sum kom út í fjør, og sum eisini vann filmsvirðisløn norðurlandaráðsins, spælir Sámal leiklutin sum tann ungi Kári, og tá 79. Bodilhandanin fer av bakkastokki í Keypmannahavn 7. mars, kann hann vinna "TV 2 Talentprisen".

Talan er um eina heiðursløn, sum hevur til endamáls at viðurkenna nýggj evnarík fólk innan filmsvinnu, sum verða mett at hava eina stóra framtíð.

Millum tey tilnevndu eru leikstjórar, sjónleikarar, ljóðfólk og onnur.

Her sæst yvirlit yvir øll, sum eru tilnevnd í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder