Er tað morgunmatur, burgari ella ein enn betri biti, so ert tú vælkomin inn á Hotel Brandan.
Nú eru skjótt fimm ár síðan, at Hotel Brandan stóð liðugt og eftir eina torføra byrjan mitt í koronatíðini, so er glið komið á. Tað er tó eitt pusslispæl at fáa starvsfólkavaktir til alt árið tí vetrarhálvan, sum er næstan sjey mánaðir, skal helst geva so nógvar pengar sum gjørligt.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/01/31/890x590/1738329028tdrs3hu4uv.webp)
Burgarin, sum fæst í hesum døgum, er verdur at royna. Øll kunnu støkka inn á gólvið til eina máltíð bæði í Húsagarði og í Landmark.
Hoyr prátið, sum Petur Zachariassen gjørdi við Virgar Enghamar, hotelleiðara, og Petru Ingebrigtsen, sum er í móttøkuni á Hotel Brandan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald