Uttanlands

USA hevur partvíst skift politiska síðu

Nógvir "blóðreyðir republikanskir statir" hava brádliga ein demokratiskan senator. Meirulutin í kongressini eftir miðskeiðisvalið merkir, at seinastu tvey árini hjá Donald Trump kunnu gerast tyngri. Forsetin hevur eisini viðurkent tapið.

Demokraturin Abdul El-Sayed, sum her fær koss frá konuni, er fyrsti muslimski senatorurin í søguni hjá USA. Hann vann valið í statinum Michigan (Mynd: Jeff Kowalsky/AFP/Ritzau Scanpix)

Demokraturin Abdul El-Sayed, sum her fær koss frá konuni, er fyrsti muslimski senatorurin í søguni hjá USA. Hann vann valið í statinum Michigan (Mynd: Jeff Kowalsky/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-04 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár valdu fólk í 35 amerikanskum statum senatorar - beint yvir ein triðingur av sessunum vóru uppá spæl - og 435 limir í umboðsmannatingið. Har vóru allir sessirnir uppá spæl.

Hóast øll úrslitini ikki eru endalig, er niðurstøðan greið: Demokratarnir taka yvir fyri republikanararnar í báðum kømrunum, og talan verður um eitt nýtt tíðarskeð í amerikanskum politikki.

Veljarakanningar vístu, og bviðmerkjarar væntaðu, at broyting fór at vera, - serliga at meirlutin í Umboðsmannatinginum fór at skifta. Men at sveiggið var stórt, hevur tikið tey flestu á bóli. Viðmerkjarar skýra tað millum annað sum "endin av tíðini hjá Donald Trump" og eitt "nýtt tíðarskeið fyri USA"

Sí eisini: Demokratarnir vinna stórt - bæði í senatinum og umboðsmannatinginum

[object Object]
Meira blátt enn reytt - demokratarnir hava yvirtikið í nógvum støðum 

Í nógvum statum, sum so at siga altíð velja republikanskt og har Donald Trump greitt vann á forsetavalinum í 2024, er vent í holuni. Tað hevur millum annað skelkað viðmerkjarar, at nýggi senatorurin í Kansas er demokratur.

Undan miðskeiðisvalinum - navnið kemst av at hetta kemur júst mitt í einum forsetavalskeiðið - høvdu republikararar meiriluta í senatinum, umboðsmannatinginum umframt mannin í Hvítu Húsunum. Men nú eru sentaið og umboðsmannatingið blátt. 

Tað merkir, at forsetin til endan av 2028 skal arbeiða saman við einari kongress, sum vil ógvuliga øðrvísi ting.

Í samrøðu við Fox News hevur Donald Tump viðurkent greiða tapið og sagt, at hann hóast alt gleðir seg til at samstarva við demokratarnir um ymiskt. Tó slær forsetin fast, at hansara VETO-rættur verður nýttur, um láturlig uppskot koma úr kongressini.

Kring heimin fegnast serliga vinstahall um hesa sveiggjanina í USA, og tað hevur eisini havt jaliga ávirkan á summar partabrævamarknaðir. Serliga fyri fyritøkur sum hava við grøna orku at gera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder