Uttanlands

Russar víðka lóggávuna móti ”LGBT-propaganda”

Lógin skal verja móti ó-russiskum virðum, spjadd av vesturlondum, verður sagt

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

2022-11-24 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiska bannið móti ”LGBT-propaganda” til børn verður nú víðkað til at vera galdandi fyri allar aldursbólkar.

Tað hevur russiska tjóðartingið samtykt við endaligu viðgerðini av uppskotinum um víðkan av lóggávuni.

Sambært lógini kunnu allar hendingar ella gerðir, ið verða fataðar sum ein roynd at fremja samkyndleika – eisini á netinum, í filmum, bókum, lýsingum ella alment – hava stóra bót við sær. Bótin kann vera upp í 400.000 ruplar, svarandi til umleið 47.000 í okkara krónum, skrivar dr.dk.

Útlendingar kunnu rokna við fongsli í 15 dagar fyri síðan at verða vístir út úr landinum.

Lóggevararnir halda, at lógin verjir móti ”ó-russiskum virðum spjadd av vesturlondum”, meðan kritikarar lýsa lógina fyri at vera ein ”absurd” roynd at hótta og kúga kynsligar minnilutar enn meira, skrivar Reuters.

Russiskir myndugleikar hava fyrr brukt lógina til eitt nú at støðga pride-gongum.

Víðkaða lógin manglar enn av vera góðtikin av yvirhúsinum í tjóðartinginum og av Vladimir Putin, forseta, áðrenn hon kann fáa gildi, skrivar Ritzau. Mett verður, at tað einans er talan um formalitet. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder