Innanlands

Runavík og Sundalagið fáa kongaliga vitjan

Runavíkar kommuna og Sunda kommuna eru á skránni hjá krúnprinsafamiljuni í dag

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-25 06:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á triðja degnum á almennu vitjanini hjá krúnprinsfamiljuni verður vitjað í Runavík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík.

Byrjað verður við at Dannerog leggur at við Bakkafrost á Glyvrum klokkan 9. Eftir middag verður farið í Sundalag har Hvalvík fyrst stendur fyri tørni. Síðani verður farið við siglt við báti til Haldórsvíkar áðrenn farið verður til Tjørnuvíkar.

Krúnprinsurin fer ein túr á Stakkin seint seinnapartin meðan krúnprinsessan verður víst runt í Tjørnuvík.

Í kvøld verður móttøka á kongaskipinum, har krúnprinshjúnini eru vertir. Føroyskur dansur verður umborð. Eisini verður krúnprinsurin við til handanina av heiðursmerkjum til vinnaran av løgmansteypinum.


Leygardagin tann 25. august Runavík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík

Almenn móttøka hjá Runavíkar kommunu

Klædnabúni: Føroysk klæði

Kl. 09.00        Kongsskipið Dannebrog leggur at við Bakkafrost.

 

Kl. 09.10       Krúnprinshúskið fer í land.

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og frú Ann Ellefsen taka ímóti. Rósa Pauladóttir handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið og heldur stutta vælkomurøðu. Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

 

Kl. 09.25       Vitjan á Bakkafrosti á Glyvrum.

Regin Jacobsen forstjóri og frú Eydna Jacobsen taka ímóti saman við Rúna M. Hansen nevndarformanni og frú Kalu Hansen, Oddi Eliasen stjóra, Gunnari Nielsen fíggjarstjóra, Kára E. Jacobsen og Andriasi Petersen virkisleiðarum. Regin Jacobsen forstjóri vísir framleiðsluna, greiðir frá um Bakkafrost, handar krúnprinshjúnunum gávu, og krúnprinshjúnini skriva í gestabókina.

 

Kl. 10.20       Fráferð við bili til ítróttarhøllina Bylgjuna.

 

Kl. 10.25       Koma til Bylgjuna.

Bárður Højgaard mentanarsamskipari í kommununi og Borgar Persson húsavørður vísa runt. Ítróttarfeløgini á staðnum, sum brúka høllina, vera har við sínum ítrótti. Vitjanin endar við stuttari fimleikaframsýning. Børnini hjá krúnprinshjúnunum fáa sum gávu hvør sín ítróttarbúna frá fimleikafelagnum Støkk.

 

Kl. 10.55       Spákað verður til Skótahúsið. Túrurin tekur 15-20. min.

 

Miðmáli

Kl. 11.15       Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri er vertur fyri miðmála í Skótahúsinum.

 Borgarstjórin heldur røðu fyri krúnprinshjúnunum og handar teimum gávu. Undir miðmálanum verður tónleikaframførsla.

 

Kl. 12.35       Fráferð við bili frá Skótahúsinum til Kongsskipið Dannebrog, sum liggur við Bakkafrost. Tórbjørn Jacobsen borgmeistari og frú Ann Ellefsen siga krúnprinshjúnunum farvæl.

 

Kl. 12.40       Koma til Kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 13.00       Fráferð við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til Hvalvíkar.

Kongsskipið Dannebrog siglir til Havnar.

 

Í Hvalvík

Kl. 13.30        Koma til Hvalvíkar.

Heðin Zachariasen borgarstjóri og frú Anna Maria Zachariasen taka ímóti. Lý Haraldsdóttir handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Eiðis ljómfelag spælir.

 

Kl. 13.45        Fráferð við báti til Haldórsvíkar.

Siglt verður undir Brúnni um Streymin, tikin í nýtslu í 1973, sum knýtir størstu oyggjarnar saman. Á ferðini sæst Føroya hægsti fossur Fossá, og siglt verður fram við laksaalistøðini hjá Marine Harvest.

 

Í Haldórsvík

Kl. 14.05        Koma til Haldórsvíkar.

Spákað verður gjøgnum bygdina og fram við kirkjuni. Elias Hammer bygdarráðslimur, føddur og uppvaksin í Haldórsvík, sigur frá bygdini.

 

Kl. 14.25       Fráferð við bili úr Haldórsvík til Tjørnuvíkar.

 

Í Tjørnuvík

Kl. 14.35       Koma til Tjørnuvíkar.

 

Kl. 14.40       Móttøka í bygdarhúsinum.

Heðin Zachariasen borgarstjóri navnkennir bygdaráðið í Sunda kommunu saman við hjúnafeløgum og heldur stutta vælkomurøðu. Móttøkan verður kanska uttanfyri, verður veðrið til vildar.  

 

Samstundisskrá

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 15.00       Fráferð frá bygdarhúsinum.

H.K.T. krúnprinsurin við løgmanni, borgarstjóra og fylgi spákar ígjøgnum bygdina til tyrlupallin.

 

Kl. 15.10       Fráferð við tyrlu til Stakkin.

Vitjanin á Stakkinum verður við ongum miðlafólkum.

 

Kl. 15.15       Koma á Skoradal

 Nýggi rennistrongurin verður royndur. Jógvan Magnussen gongur um Stakkin og sigur frá. Spákað verður til smáttuna, har H.K.T. krúnprinsurin skrivar í gestabókina og fær eina gávu. Signeraðu brotssøguna: ”Blíð er summarnátt á Føroya landi” eftir Jógvan Isaksen í danskari týðing: ”Den blide færøske sommernat”. Eitt brot í bókini fer fram á Stakkinum og í brattlendinum har um leiðir. Síðan verður H.K.T. krúnprinsurin við fylgi stjóraður inn aftur av Stakkinum.

 

Kl. 15.50       Fráferð av Skoradali til millumsteðg í Tjørnuvík.

 

Kl. 15.55       Koma til Tjørnuvíkar.

 

H.K.T. krúnprinsessan

Kl.15.00        Fráferð frá bygdarhúsinum.

 H.K.T. krúnprinsessan verður í fylgi við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu og harra Ronnie Háfoss, Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóra og harra Dávid Reinert Hansen.

Spákað verður gjøgnum bygdina. Fólk á staðnum vísir bygdina. Vitjað verður í listafólkahúsinum, har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini.

 

Krúnprinshúskið

Kl.16.00        Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu og harra Ronnie Háfoss, Heðin Zachariasen borgarstjóri, frú Anna Maria Zachariasen og Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóri og harra Dávid Reinert Hansen siga krúnprinshúskinum farvæl.

Kl. 16.15       Koma til tyrlupall Yviri við Strond í Havn. Koyrt verður til Kongsskipið Dannebrog.

Kl. 16.30       Koma til Kongsskipið Dannebrog í Havn.

 

Móttøka á Kongsskipinum Dannebrog í Havn

Klædnabúni: Snotiligur gerandisligur

Kl. 18.30       Krúnprinshjúnini eru vertir fyri móttøku á Kongsskipinum Dannebrog.

Føroyskur dansur verður dansaður umborð.

 

Kl. 20.30       Móttøkan endar.

 

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 21.20       Koma Tórsvøllur.

H.K.T krúnprinsurin verður móttikin av forsetanum fyri føroyska fótbóltssambandið Christian F. Andreasen og Virgar Hvidbro aðalskrivara. Eftir dystin handar H.K.T. krúnprinsurin leikarunum heiðursmerki, og løgmaður handar løgmanssteypið. Fótbóltssambandið fer at geva krúnprinshúskinum hvør sína landsliðstroyggju.

 

Kl. 22.00       Fráferð við bili frá Tórsvølli.

Lene Moyell Johansen ríkisumboð og harra Stendor Johansen fylgja H.K.T. krúnprinsinum til Kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 22.10       Koma til Kongsskipið Dannebrog.

Kongsskipið Dannebrog siglir síðan av Havnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder