Innanlands

Rúna Ingunardóttir sett sum kommunuskrivari í Vestmanna

Rúna Ingunardóttir er 39 ár og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum – Hon byrjar í starvinum 1. august

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2021-07-24 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

39 ára gamla Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna, boðar Vestmanna kommuna frá á heimasíðuni.

Rúna Ingunardóttir hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. 

Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum sínar royndir hevur hon eisini fingið innlit í tað politisku skipanina.

Rúna er útbúgvin altjóða fólkaskúlalærari og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon lisið samfelag og mentan á lærda háskúlanum í Sevilla.

Rúna tekur við starvinum sum kommunuskrivari 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder