Roknað verður við heilt nógvum fólki, tá Tvøroyrar kommuna í kvøld bjóðar til borgarafund í stóru høllini í Salti á Drelnesi.
Útbyggingin av Varðanum Pelagic er evni fyri fundin, sum byrjar klokkan 19.
Virkið skal útbyggjast, so at farast kann undir framleiðslu av lýsi og protein burtur úr vøruni, ið kemur inn á virkið, og sum ikki fer til matna.
Fleiri øtast inn á ætlanina, nú virkið, sum longu fyllir nógv á havnarlagnum á Tvøroyri, skal útbyggjast við 140 metrum fyri at geva pláss fyri nýggju framleiðsluni, ið verður mett at vera neyðugt fyri at gagnnýta rávøruna til fulnar.
Flest fólk á Tvøroyri tykjast tó taka undir við ætlanunum, tí tað verður mett hava týdning fyri víðari menningina av virkinum og býnum, at Varðin fær møguleika at fremja útbyggingina.
Á fundinum í kvøld fær Varðin møguleika fyri at greiða frá verkætlanini. Ein hópur av serfrøðingum, so sum arkitektur og umboð fyri veitarar fara at leggja fram.
Umboð fyri leiðsluna á virkinum umframt Kristin Michelsen, borgarstjóri, Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og Fróði Mortensen, kommunustjóri vera við til panelorðaskiftið.
Virkið skal byggjast út eftir fjørðinum, og tað fer helst at krevja, at fjørðan her verður løgd undir heilt (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald