placeholder
Innanlands

Ríkisfelagsfundur á hægsta stigi í dag

Mette Frederiksen, Múte B. Egede og Aksel V. Johannesen hittust á fundi í Keypmannahavn í dag. Grønland tekur nú yvir formansskapin í samstarvsráðnum

Frá vinstru Múte B. Egede, Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen

Frá vinstru Múte B. Egede, Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen

2023-01-18 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen løgmaður, danska forsætisráðkvinnan Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede, hava í dag havt fund í danska forsætismálaráðnum í Keypmannahavn.

Á fundinum váttaðu londini sínámillum, at semja er um at halda áfram við uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum landsstýrið, donsku stjórnina og grønlendska landsstýrið.

Eisini bleiv avtalað, at Grønland nú yvirtekur formansskapin í samstarvsráðnum eftir Føroyar.

Løgmansskrivstovan hevur í dag kunngjørt fráboðanirnar, sum tey trý komu við eftir fundin:

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur:

- Eg haldi, at samstarvsráðið er ein góður møguleiki til at viðgera tey mál, ið bæði nema við yvirtikin málsøki og uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitikk. Trygdarpolitiska støðan í heiminum ávirkar bæði Norðuratlantshav og Arktis, tí er avgerandi at Føroyar hava ein virknan leiklut.

Mette Frederiksen sigur:

- Vit hava havt ein góðan fund, sum staðfestir tøttu bondini millum londini. Samanhaldið og samstarvið í ríkisfelagsskapinum er heilt avgerandi. Tí fegnist eg um, at tað er semja um at styrkja samstarvið um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin við at halda fram við samstarvsráðnum. Ikki minst í trygdarpolitisku støðuni, vit eru í í løtuni.

Múte B. Egede:

- Eg síggi fram til framhald av samstarvsráðnum, tí tað er ein partur av eini nátúrligari menning, sum gevur Grønlandi fleiri møguleikar. Ein aktivur leiklutur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkinum hevur stóran týdning fyri okkum, serliga í ótryggu tíðini, sum heimurin er í. Og tað er nógv, vit skulu náa, og tí gleða vit okkum til at yvirtaka formansskapin í samstarvsráðnum og takka Føroyar fyri teirra formansskap í 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder