
Í gjáramorgun var fyrsti samráðingarfundur millum Reiðarafelagið Fyri Handilsskip og manningarfeløgini.
Maskinmeistarafelagið boðar í kunningarskrivi frá, at innhaldið var, at partarnir handaðu hvør øðrum síni krøv og avtalaðu síðani eina fundarrøð.
Partarnir hittast aftur síðst í januar, og harfrá hava teir ein mánaða at náa tað máliðið, ið er sett. Miðað verður ímóti at gera nýggjar sáttmálar innan 1. mars, tá verandi sáttmálaskeið rennur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald