Í døgunum 2.-4. september skipar Reyði Krossur aftur fyri familjulegu í Nesvík fyri fólki við tilflytarabakgrund.
Á skránni verða verkstovur, tónleikur, spøl og aktivitetir fyri børn og vaksin. M.a. koma Jensina Olsen og Lena Anderssen at framføra. Skráin fyri leguna sæst her.
Reyði Krossur skrivar, at legan er fyri øll við tilflytarabakgrund í Føroyum, makar, børn og onnur avvarðandi teirra – bæði tey, sum nýliga er komin til landið, og tey, ið hava búð her í longri tíð.
Reyði Krossur skrivar, at teimum eisini tørvar fleiri sjálvboðin til at hjálpa á familjuleguni, og verða fólk, sum eru áhugað at hjálpa til biðin um at seta seg í samband við Reyða Kross.
Meira fæst at vita um leguna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald