Mentan

Renn í Litum verður á Gamla Velbastaðvegi

Talan er um fyrsta almenna 'color run' tiltakið í Føroyum. Endamálið er at koma saman til eina festliga og hugnaliga løtu

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2023-05-08 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 13. mai verður fyrsta almenna ‘color run’ í Føroyum. Tiltakið er væl egnað til at gera okkurt øðrvísi og stuttligt saman við familju, vinfólki, bindiklubba, starvsfólki, liðfelagum o.s.fr. 

Endamálið við tiltakinum er, at fólk koma saman til eina festliga og hugnaliga løtu. Henda dagin er málið ikki at koma fyrst á mál. Málið er heldur at hava tað stuttligt, og hava so nógva farvu á sær sum tilber, tá dagurin er liðugur.    

Eitt ‘color run’ er gjørt til at varpa ljós á heilsu og gleði. Runnið verður tveir kilometrar, har litpulvur verður kasta á rennarnar á ymiskum statiónum.  

Kunning um Renn í Litum: 

- Møtt verður uttanfyri hjá Jógvan Weihe millum kl. 12.30 og 13, har nummur verða útflýggjað. Klokkan 13.30 byrjar upphiting við tónleiki. Sjálv renningin byrjar kl. 14.

- Runnið ella gingið verður ein tein á tveir kilometrar, áðrenn endað verður á Akranesgøtu, millum Landshandilin og Føroya Bjór. 

- Við málið eru benkur settir upp, har feitur tónleikur m.a. Swangah spæla og Michael Antony Charles diskar, umframt søla av mati og drekka. 

Tilmelding er neyðug. Meira kunning sæst á Facebooksíðuni hjá Renn í Litum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder