- Vit vilja byggja eina tænastu fyri føroyingar. Tað kann vera ein sjómaður, sum hevur ein bil standandi stóran part av árinum, ein familja við tveimum bilum, eldri fólk, sum ikki koyra hvønn dag, ella ein fyritøka við bilum, sum ikki altíð eru í nýtslu. Hugsanin er, at tey kunnu fáa meira burtur úr bilunum og samstundis fáa møguleika fyri einari eyka inntøku.
Hetta sigur Bereket Yacob, sum hevur stovnað GOFøroyar.
Í tíðindaskrivi í dag báðar nýggja fyritøkan frá einum heldur øðrvísi hugsanarhátti. Talan er um ein pall, sum skal gera tað so, at til ber at fáa meira burturúr bili sínum - og tað skal vera einfalt. Til hetta kann serliga heimasíðan goforoyar.fo nýtast
Í mun til manngongd, skrivar GoFøroyar, at bileigarin avgerð sjálvur, nær bilurin er tøkur til leigu. Tað kemur jú ikki so sjálvdan fyri, at bilar standa stillir.
- Vit halda, at tað gevur góða meining at fáa meira burtur úr teimum bilum, sum longu eru í Føroyum. Um ein bilur annars hevði staðið stillur, kann hann í staðin koma einum øðrum til góðar, sigur Bereket Yacob.
Felagið hevur eisini ferðavinnuna í hyggju: Hetta við at gera fleiri bilar tøkar, serliga í tíðarskeiðum, tá eftirspurningurin er stórur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald