Innanlands

Nú er fosturtøkulóg aftur til viðgerðar í tinginum

Nógv vilja hava orðið til fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá Miðflokkinum.

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, er uppskotsstillari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, er uppskotsstillari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-24 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað seinasta á skránni á dagsins tingfundi er eldfima málið um fosturøku. 

Í fjør varð mál um fría fosturtøku til 12. viku í viðgongutíðini samtykt í Løgtinginum við smølum meiriluta.

Miðflokkurin hevur síðani ynskt at komið við mótsvari, og talan gjørdist um uppskot um at gera eina broyting í nýggju lógini.

Hendan snýr seg millum annað um at hava kravda ráðgeving til kvinnur, sum verlja fosturtøku.

Til ber at lesa uppskotið her

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, er uppskotsstillari. Navn hansara, og navnið hjá nógvum øðrum er á røðaralistanum nú.

Til ber at fylgja við her

Talan er um fyrstu viðgerð, so eingin atkvøðugreiðsla er í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder