Mánadagin 21. september var stovnandi aðalfundur av Týsklærarafelag. Hetta er tað fyrsta slíka í Føroyum.
- Endamálið hjá felagnum er at virka fyri áhugamálunum hjá lærarum í týskum, at virka fyri stuðli og samstarvi millum limirnar og at kunna um týdningin av týskum. Eisini skal samstarv gerast við týsklærarar tvørtur um skúlamørk og landamørk umframt at ráðgeva Føroya Lærarafelag í málum, sum hava við undirvísing í týskum at gera.
Í fyrstu nevndina eru komin Andrias Højgaard, formaður, Súsanna Gunna Thomsen, skrivari, Anna Petra Petersen, kassameistari, og Annika Sveinsdóttir Thomassen, tiltakslimur.
Í viðtøkunum fyri felagið stendur, at lærarar, sum undirvísa í týskum, hava linjulærugrein í týskum ella ganga á linjulærugreinini í týskum á læraraútbúgvingini, kunnu gerast limir.
Sí eisini: Týsklærarar í vanda fyri at hvørva í føroysku skipanini
Føroya Lærarafelag hevur allan samráðingarrættin hjá felagnum og er einasti avvarðandi sáttmálapartur yvir fyri myndugleikunum.
Val til nevndina fer fram, tá felagið hevur aðalfund. Tríggir limir skulu veljast umframt tiltakslimur. Bara limir í Týsklærarafelagnum hava valbæri.
Kelda: Skúlablaðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald