Innanlands

Ravmagnsbilførarar taka seg saman í felag

Leygardagin var stovnandi aðalfundur í Elbilafelagnum

Frá vinstru: Justin Philbrow, Martin Andreas Kruse, Ninna Herdis Danielsen, Helgi Arntórsson og Høgni S. Reistrup

Frá vinstru: Justin Philbrow, Martin Andreas Kruse, Ninna Herdis Danielsen, Helgi Arntórsson og Høgni S. Reistrup

2021-01-27 17:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var stovnandi aðalfundur fyri Elbilafelagnum. Elbilafelagið er eitt nýtt áhugafelag fyri fólk, ið hava áhuga í el-akførðum.

Endamálið felagsins er:
- At savna fólk, ið hava áhuga í el-akførum.
- At veita almenna kunning um el-akfør.
- At arbeiða fyri at betra um umstøðurnar fyri el-akførum.

Áhugin fyri elbilum í Føroyum er vaksandi. Í fjør vóru 132 elbilar skrásettir í Føroyum, og vøksturin er 74 prosent borið saman við árið fyri. Nú eru 307 elbilar skrásettir í Føroyum. Politiskt verður eisini skumpað undir, at fleiri velja sær elbil, tá ið fólk skulu skifta bil. Hetta verður gjørt til tess at alsamt fleiri skifta yvir til varandi orku so við og við.

Fólk hava eftirlýst eitt elbilafelag, og á elbiladegnum, sum var í Norðurlandahúsinum í november, tóku nøkur stig til at lodda dýpið, hvørt nóg stór undirtøka var fyri at stovna eitt felag. Tað gjørdist skjótt greitt, at nógv vildu vera við.

Á stovnandi aðalfundinum var ein trímannanevnd vald og tveir tiltakslimir. Nevndin skipaði seg seinni við Martin Andreasi Kruse sum skrivara, Ninnu Herdis Danielsen sum næstforkvinnu og Justin Philbrow sum formanni. Tiltakslimir eru Høgni S. Reistrup og Helgi Arntórsson.

Áhugað kunnu leita sær kunning á elbilafelagid.fo, og har ber eisini til at tekna seg sum lim. Á stovnandi aðalfundinum var avgjørt ikki at taka limagjald.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder