Innanlands

Ragnar Djurhuus Hammer nýggjur psykiatari á Landssjúkrahúsinum

Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum

2022-09-15 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um mánaðarskiftið varð Ragnar Djurhuus Hammer settur í starv sum nýggjur yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum. Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum, sigur Landssjúkrahúsið.

Ragnar Djurhuus Hammer er 36 ára gamal og hevur lokið prógv sum serlækni í psykiatri á Aalborg Univeristetssjúkrahúsi. Ragnar er kendur á Landssjúkrahúsinum og hevur tikið partar av bæði høvuðsútbúgvingini og sum introlækni í Føroyum. Í 2016 var hann liðugur sum lækni á Københavns Universiteti.

- Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tekur tú partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, so økjast sannlíkindini fyri, at tú kemur til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving, sigur Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder