placeholder
Innanlands

Rættleiðing: Prince tekur færri ferðafólk - men fleiri bilar

Avloysaraskipið hjá Smyrli, ið er eitt vet longri, fer í sigling um í morginárini

Smyril kemur inn ímóti Krambatanga, har Prince liggur (Mynd: Bjarni Nygaard/Tvøroyrar Kommuna)

Smyril kemur inn ímóti Krambatanga, har Prince liggur (Mynd: Bjarni Nygaard/Tvøroyrar Kommuna)

2019-09-20 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í dag høvdu vit eina grein, har tað stóð, at Prince tekur fleiri ferðafólk og fleiri bilar. 

Tað er rætt at skipið, ið kom inn á Trongisvágsfjørð fyrstu ferð mikudagin, tekur fleiri bilar: 250 í mun til 200 sum Smyril tekur. Hetta hongur saman við, at Prince er beint yvir 14 metrar longri enn Smyril. Hetta ger eisini, at Prince væntandi fer at hava tørv á nakað longri at leggja at enn Smyril. Siglingstíðin stendur á SSL at verða tveir og ein hálvan tíma - 25 minuttir longri enn hjá Smyrli.

Tað er ikki rætt, sum vit skrivaðu, at Prince kann taka fleiri fólk á Suðuroyarleiðini. Hann er altjóða skrásettur til at taka 1275 ferðafólk og 300 bilar, men tá er hann so fullur sum gjørtligt, og hetta er sambært Strandfaraskip Landsins als ikki ráðiligt at gera. Vit frætta frá teimum, at pláss verður fyri pláss 365 ferðafólk og 250 bilum á túrunum á Suðuroyarleiðini. Harvið er pláss fyri færri fólki enn Smyrli, ið uppá sítt mesta hevur pláss fyri 974 ferðandi. 

Smyril fer í dokk eftir siglingina í kvøld, og Prince tekur við í morginárini. Fyrsti túrur er av Krambatanga klokkan 8.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder