Innanlands

Rættindi og møguleikar hjá teimum eldri verður sett á breddan í Klaksvík

Framløgur verða á Skúlatrøð týskvøldið, ið Eldraráðið í Norðoyggjum skipar fyri. Viðurskifti sum millum annað verða tikin fram, er rætturin til bústað og hvussu ein tryggjar seg, tá til dømis hjúnafelagin doyr

Jógvan Páll Lassen, advokatur, og Súsanna Nordendal, virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, leggja fram. Tiltakið er fyri eldri, sum yngri (Mynd: klaksvik.fo)

Jógvan Páll Lassen, advokatur, og Súsanna Nordendal, virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, leggja fram. Tiltakið er fyri eldri, sum yngri (Mynd: klaksvik.fo)

2023-01-25 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eldraráðið í Norðoyggjum hevur fjølbroyttar uppgávur, har ein teirra er at virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru. Tað er í hesum sambandi, at Eldraráðið skipar fyri kunningarfundi á Skúlatrøð í næstu viku, har tvær framløgur verða á skránni.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari í dag.

Ymisk viðurskifti verða tikin upp, og Jógvan Páll Lassen, advokatur, kemur at tosa um, hvussu eldri kunnu tryggja sín rætt til bústað, eitt nú tá ið fleiri ættarlið deila bústað. Ein onnur framløga verður eisini á skránni:

- Súsanna Nordendal, sum er virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, fer at greiða frá hvussu ein tryggjar seg, tá ið m.a. hjúnafelagin doyr, og atgongdin til peningakonto v.m. verður skerd. Súsanna Nordendal fer eisini at greiða frá møguleikanum at stovna eina framtíðarfulltrú, sum seinni kann kann setast í verk, t.d. eftir at fólk hava fingið demenssjúku.

Kunningarfundurin verður á Skúlatrøð týskvøldið 31. januar klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder