Uttanlands

Putin gevur boð um at senda herin inn í Ukreina

Hevur lýst ukreinsku landspartarnar Lugansk og Donetsk sjálvstøðugar, og eftirlíkar nú viljanum hjá fólkinum har, verður sagt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-22 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið verjumálaráðnum boð um at senda herfólk inn í ukreinsku landspartarnar Lugansk og Donetsk har eysturi í Ukreina.

Tað boðaði Reuters tíðindastovan frá í gjárkvøldið.

Sambært russisku stjórnini skulu herfólkini til Ukreina við friðarvarðveitandi endamáli.

Hetta framgongur í fráboðanum, sum Putin skrivaði undir í gjár, har hesir báðir landslutirnir verða góðkendir sum frælsir.

Í fráboðanini stendur eisini, at hetta verður gjørt sambært viljanum hjá fólkunum í Lugansk og Donetsk.

Enn er óvist hvussu stórar herdeildir Russland ætlar at senda inn í Ukreina, og nær tær verða sendar avstað.

[object Object]
Leiðararnir í lýveldunum Lugansk og Donetsk, Leonid Pasechnik og Denis Pushilin vóru til staðar í Kreml, tá Vladimir Putin skrivaði undir russisku avgerðina (Mynd: EPA)

Russiska avgerðin um at viðurkenna Lugansk og Donetsk verður ikki væl móttikin í vesturheiminum, skrivar Ritzau.

Bæði ES, USA og Stórabretland hava boðað frá tiltøkum móti Russlandi orsaka av hesi avgerðini.

António Guterres, ST-aðalskrivari, segði í gjár, at Russland nú hevur brotið seg móti ukreinska fullveldinum.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, segði, at landið saman við sínum sameindu og samstarvslondum fara at revsa Russland fyri hetta.

Biden hevur tosað við franska forsetan, Emmanuel Macron, og týska kanslaran, Olaf Sholz, upplýsa Hvítu Húsini sambært Reuters.

Teir hava tingast um, hvussu felags verjan av Ukreina kann skipast.

Eitt talsfólk hjá Olaf Scholz segði í gjárkvøldið, at leiðararnir samdust um at seta tiltøk í verk. Sagt verður ikki hvørji tiltøk talan verður um, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder