Innanlands

Prísirnir á sethúsum hækkaðir nakað

Miðalprísurin higartil i ár er tó ikki lækkaður í mun til 2021, skrivar Landsbanki Føroya

2022-12-27 11:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sethúsaprísirnir lækkaðu í bæði øðrum og triðja ársfjórðingi í ár, men miðalprísurin higartil í 2022 er ikki lægri enn miðalprísurin var í 2021. Tað skrivar Landsbanki Føroya á heimasíðuni.

Uppgerðin hjá Landsbankanum vísir, at at miðalprísurin á bústøðum er farin upp um alt landið seinastu árini. Serstakliga í Tórshavn er prísurin á bústøðum farin nógv upp, og liggur miðalprísurin í Tórshavn oman fyri 3,5 milliónir krónur.

Hesin prísvøkstur stavar fyrst og fremst frá stórum eftirspurningi í mun til útboðið, ið millum annað kemur av stóra fólkavøkstrinum í Føroyum, og harumframt hevur búskaparvøksturin og lága rentustøðið tey seinastu árini ein leiklut. Ein partur kann tó eisini stava frá, at bygningskunngerðin frá 2017 er sett í gildi, ið millum annað setur krøv til bjálving, ið er við til at dýrka byggiprísin á nýggjum húsum.

Sethúsaprísirnir lækkaðu í øðrum og triðja ársfjórðingi í 2022, men miðalprísurin higartil fyri 2022 er ikki lægri, enn miðalprísurin var í 2021.

Tó siga húsameklarar frá, at tað nú tekur longri tíð at selja húsini. Ein lækking í sethúsaprísunum kann hava við sær, at húsarhaldini gerast meira varin, skrivar landsbankin.

Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað bæði innláns- og útlánsrenturnar; útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum farnar frá at vera 2,9 prosent í august til 3,23 prosent í oktober 2022, og sannlíkt hækka tær meira í komandi tíðum.       

Ymiskt er, hvussu hart føroysku húsarhaldini verða rakt av rentuhækkingunum, men jú størri skuldin er, tess meira vaksa rentuútreiðslurnar og í tess størri mun verður tiltøkupeningurin skerdur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder